Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

11/04/2018

Skeið í CD-orð og øðrum KT-amboðum í Skúlanum á Argjahamri

9. og 10.apríl skipaðu Mentamálaráðið og Orðblindalærarafelagið fyri einum sera spennandi skeiði í Skúlanum á Argjahamri.

Skeiðið varð ætlað orðblindalærarum, serlærarum, lesivegleiðarum og øðrum lærarum, sum nýta CD-orð í undirvísingini. Skeiðshaldarin var Christian Boch, serfrøðingur í nýggjastu hjálparamboðunum, sum kunnu bøta um skúlalívið, læruúrtøkuna og gerandisdagin hjá orðblindum og lesi- og skriviveikum næmingum. Christian er sjálvur orðblindur.

Áhugin fyri hesum skeiði hevur verið sera stórur. Yvir 100 lærarar høvdu teknað seg til skeiðið.