Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/04/2018

PISA 2018 verður mikudagin 18. apríl

Mikudagin 18. apríl í høllini á Stórheyggi

Kunning til heimini um tilgongdina

Næmingarnir sum skulu til PISA kanningina, skulu møta kl 8.30 á Argjahamri, har bussur stendur klárur. Saman við lærara fara teir heim til Havnar í høllina á Stórheyggi, har kanningin verður hildin.

Próvstovan skipar vegna Mentamálaráðið fyri PISA kanningini.

Sjálv PISA kanningin byrjar kl. 9 og næmingarnir hava atgongd til hølið einar 10 minuttir áðrenn.

PISA 2018 er í fleiri pørtum:

Fyrst er stutt frálæra í skipanini.

Síðani kemur sjálv PISA kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir.

Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.

Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.

Lærarin, ið kemur við næmingum til kanningarstaði, er tøkur meðan kanningin er.

Kanningin er ein samanhangandi heild. Næmingarnir eru í kanningarhølinum alla kanningartíðina.

Umráðandi er at hava fløsku við vatni og onkra frukt við sær.

Næmingarnir mugu ikki fara úr hølinum teir umleið 4 tímarnar, PISA kanningin varir.

Ikki tykkum at siga – týdningurin av at vera væl svøntur og hava etið ein góðan morgunmat, skal ikki undirmetast!

Biðið eisini næmingin taka royndina í álvara og gera sítt besta :)

 

Skúlin á Argjahamri

Marjun Holm, skúlastjóri