Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

16/03/2018

Temakvøld um ADHD

20. mars kl. 19:00 skipar ADHD-felagið fyri temakvøldi um ADHD í Skúlanum á Argjahamri.

Rebekka Perlick, sálarlækni á Barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum fer at greiða frá um ADHD. Hon fer at greiða frá um eyðkenni, trupulleikar, diagnostisering og viðgerð. Harafturat fara fólk við persónligum royndum at siga sínar søgur.

Tiltakið er ætlað fólki, sum arbeiða við børnum – bæði á dagstovnum og í skúlunum. Foreldur og onnur áhugað eru eisini vælkomin.

Tiltakið verður í Miðrók.