Skrivað hevur Símun Abrahamsen

15/03/2018

Nú er borgin liðug!

Í dag er borgin tikin í nýtslu

Eitt nýtt, spennandi stað fyri teir yngru næminarnar er nú veruleiki.

Tað hevur tikið nakað av tíð, men nú er borgin liðug og gøtan niðan til borgina eisini.

Flott sær hon út og avbjóðandi.

Tú kanst klatra, skreiða, halda útkikk og royna handaligu kreftirnar í handtøkunum í plankanum, sum stingur niðanúr.

Ein genta, sum royndi seg og kom hálva leið, mátti sleppa og datt niður.

Eg spurdi um tað ikki var farligt? Svarið kom beinanvegin: "Nei, yvirhøvur ikki - tað er gummi undir!"

So trygdin er í lagi!