Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

23/02/2018

Brøv til Robin Hood

Næmingarnir í 6. fl. hava arbeitt við Robin Hood í seinastuni.

Í tí samanhangi hava tey skrivað hvør sítt loyniliga bræv til Robin Hood frá Lady Marion, ið hevði týdningarmikil boð til hansara. Næmingarnir vóru bidnir um at fáa brævið at síggja gamaldags út sum frá 1100-talinum.

Og má sigast, at hugflogið hevur verið sera gott. Visti man ikki betur, helt man veruliga, at brøvini stavaðu úr 12. øld.