Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/02/2018

250 næmingar tilmeldaðir til Pangea

Í døgunum 7.-9. februar, fara 1836 næmingar úr 15 ymiskum skúlum at luttaka í 1. umfari í støddfrøðiskappingini Pangea. Í fjør lá talið á umleið 600 næmingum. Kappingin er fyri næmingum í 3.-9. flokki.

Skúlin á Argjahamri hevur tilmeldað øll floksstigini, sum kunnu luttaka. Hetta er fyrstu ferð, at øll floksstigini eru tilmeldað. Onnur ár hevur onkur flokkur luttikið við góðum úrslitum. 

Tað eru 10 næmingar úr hvørjum flokstigi, sum sleppa víðari til semifinaluna, ið verður í Mars einaferð. Úr semifinaluni sleppa 5 víðari í finaluna.

Finalan verður í Norðurlandahúsinum 28. apríl.

Kappingin hevur ongantíð verið harðari, men tað ger tað bara meir spennandi.

Vít ynskja øllum næmingunum eina góða kapping!