Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/01/2018

Starv sum námsfrøðiligur stuðul

Vit søkja eftir einum námsfrøðiligum stuðli at byrja mikudagin 14. februar 2018 og skúlaárið út.

Arbeiðstíðin er 25 t/v, sum svarar áleið til setanarbrotið 0,625

Starvið er stuðul og samstarv í einum 1. flokki.

Vit sóknast eftir fólki sum:

• duga væl at samstarva og samskifta

• sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga

• vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskap

Lønar- og setanartreytir

• Stuðulsstarvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, verður at senda Marjun Holm, skúlaleiðara í seinasta lagi mánadagin 12. februar 2018 - teldupostdressa: sah@torshavn.fo

 

Meira fæst at vita um starvið hjá Símun Abrahamsen, varaskúlastjóra á telefon 221100