Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/12/2017

Kunning um dagarnar fyri jól

Kunning um dagarnar fyri jól:

Mánadagur 18.des. 
Vanlig skúlagongd, men Kl 09.50 er felagsløta í Miðrók og dagstovnarnir vitja.
 
Týsdagur 19.des  Jólahald fyri næmingum 

Næmingarnir møta í høllini til framførslur kl. 10.00. 

Skúlin er tó opin kl 8.00, so til ber at møta fyrr. 

Um verkfallið framvegis er galdandi, so mugu foreldur heinta børn síni eftir jólahaldið. Vit meta hetta at vera umleið kl 12.00.
 

Týskvøld 19. des Jólahald fyri foreldrunum 

Jólahaldið er í Miðrók og høllini kl 18.30

Kaffi, saft og smákøkur er at fáa á deildunum aftan á framførslurnar 
 
 
Mikudag 20.des   Kirkjugongd

Næmingar møta í kirkjuni kl 10.00, til ber eisini at møta í skúlanum kl 8.00. 

Teir møttu næmingarnir koma við oman í kirkjuna, tá starvsfólkini fara.

Tá krirkjugongdin er liðug er jólafrí.  

 

Skúlin byrjar aftur mikudagin 3. januar kl 8.00