Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

18/11/2017

Lesivikan í føgrum bókmentum

Í síðstu viku høvdu vit aftur eina væl eydnaða lesiviku í Skúlanum á Argjahamri.

Vanliga hava vit tvær lesivikur um ári; eina í føgrum- og eina í yrkisbókmentum.

Í ár hava valdu vit at hava lesivikuna samstundis um Norðurlendska bókasavnsvikan var á skrá.

Hetta tiltak er afturvendandi á hvørjum ári, og er størsta bókmentatiltak í Norðurlondum. Vanliga eru uml.2000 skúlar, bókasøvn og aðrir mentunarstovnar, sum luttaka.

Evnið í ár var: OYGGJAR Ì NORÐURLONDUM

Vit hildu okkum til hetta evnið, og valdu at lesa nakrar tekstir at lesa upp, ið hóska til ymisku aldurbólkarnar, ið vit hava. Tað var tó eingin treyt, at bøkurnar, ið einstøku næmingarnir valdu, skuldu vera um hetta ávísa evnið; einasta treyt var, at tað skuldu vera fagrar bókmentir.

Umframt at lesa fyrsta tíma hvønn morgun, hava allir næmingar skúlans hava verið til upplestur á Varðanum hesa vikuna.

Vit á Varðanum takka fyri hugnaligar løtur á bókasavninum hesa vikuna.

Næsta lesivikan verður í yrkisbókum tíðliga í komandi ári