Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

26/09/2017

Felags foreldrafundur fyri Miðdeildina

Í kvøld, týskvøldið 26. septembur, verður felags foreldrafundur fyri foreldur í Miðdeildini. Funduin byrjar kl 19.00

Møtt verður í Miðrók, har sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen kemur at tosa um evnið: Hvat rørist í barninum, sum er um at gerast tannáringur.

Síðani verður farið í flokshølini til kunningar.

 

Møtið fjølment!