Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

12/09/2017

Miðdeild í fisk!

Mánadagin 11. septembur, var 6. flokkur á floti við Westward Ho. Hetta er liður í eini kapping millum allar 6. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu. Fongurin var góður, heili 80 fiskar, so vónirnar at vinna Skúlanum heiður og æru, eru sera góðar!

Í dag, týsdagin, hevði Búi Brattaberg nakrar fiskar við í skúla, sum vóru kruvdir og kannaðir av øllum næmingum í Miðdeildini. Fyrst 6. flokkur, síðani 4. flokkur og til endans 5. flokkur.

Mircoskop vóru sett upp í Náttúru og tøkni stovuni, so at næmingarnir kundu hyggja nærri uppá krabbar, krossfiskar, rækjur o.a. sum varð funnið í maganum. Næmingunum dámdu sera væl og vóru sera forvitin.

Annað kann ikki sigast, enn at hetta varð ein væl eydnaður fiskitúrur hjá 6. flokki, tí hetta gav øllum næmingnum í Miðdeild eina fantastiska uppliving!

Fleiri myndir her