Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

25/08/2017

Ítróttarhøllin tikin í nýtslu

Í dag hevur hátíðarhald verið á Skúlanum á Argjahamri, tí nýggja snotuliga ítróttarhøllin er liðug. 

Tað var tann 25. februar í 2016 samtykti Tórshavnar Býráð at fara undir at byggja ítróttarhøll á Argjahamri. Høllin fór frá at vera ein tvíhøll og til eina hondbóltshøll, sum rúmar 200 áskoðaraplássum.

Tað er eingin ivi um, at høllin kemur at gagna skúlanum, frítíðarskúlanum og Argjafólki, tí hon letur upp fyri eini rúgvu av møguleikum.