Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/06/2017

Newton, Aurora og Luna ynskja at ferðast. Vilt tú ansa eftir teimum?

Nú summarferian nærkast og øll fara hvør til sítt, eru 3 Skeggdrekar í skúlanum, sum ongastaðnis hava at fara.

Newton, Aurora og Luna vilja so fegin sleppa út at ferðast til onkran, sum tímur at passa tey. Tey krevja ikki tað stóra. Eina máltið um dagin, at ansarin heldur búrið reint og tímur at spæla við tey eina løtu hvønn dag.

Um hetta hevur tín áhuga, so er at venda sær til Jóanes Árting á telefon 212605