Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/06/2017

Jóhann Lenvig vann 4. floksstig í Pangea Føroyar!

Finalan í Pangea hevur verið í dag. Frá Skúlanum á Argjahamri høvdu vit umboð av Ára Jacobsen úr 3. flokki og Jákup Hentze Davidsen, Jóhann Lenvig og Elsebeth Henriksen úr 4. flokki.

Tað var einans kunngjørt hvør vann í hvørjum floksstigi, men sagt varð, at alt var sera tætt. Tað skuldi tað eisini helst verið, tá man hugsar um, at umleið 500 næmingar vóru við í 1. umfari. 

Jóhann Lenvig bleiv føroyameistari fyri 4. floksstig og ynskja vit honum hjartaliga tillukku við tí!

Jóhann hevur eisini klárað seg væl fyrr, tí í fjør vóru hann og Jákup í Danmark og luttóku í Pangea - tá endaðu teir millum 10 bestu roknarar í 3. floksstigi í danska kongaríkinum!

Tað er longu avgjørt, at Skúlin á Argjahamri eisini luttekur í Pangea kappingini í 2018!

 

Myndirnar eru frá Facebooksíðuni hjá Pangea Føroyar