Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/06/2017

Trivnaðar- og nøgdsemiskanning í Skúlanum á Argjahamri

 

Góðu foreldur

Í samband við endurskoðan av trivnaðarætlan skúlans, hava vit sett okkum fyri at gera eina trivnaðarkanning á skúlanum skúlaárið 2016/2017.

Vit ynskja at fáa innlit í, hvussu støðan er á okkara skúla, fyri at kunna seta út í kortið ætlanir fyri komandi árini.

Vit hava biðið Gallup Føroyar gera kanningina, hvørs endamál at finna út av hvussu trivnaðurin er í skúlanum, og hvussu nøgdsemið er við skúlan.

Teldupostur verður sendur frá Gallup Føroyum fríggjadagin 9. juni við leinkju, brúkaranavni og loyniorði til at innrita seg í eina skipan, har spurningarnir eru.

Vit fara at heita á tykkum foreldur, um at svara kanningini saman við barni tykkara, soleiðis at úrslitini verða so eftirfarandi, sum gjørligt. Hetta tekur bert fáar minuttir.

Um tit foreldur hava fleiri børn í skúlanum á Argjahamri, fáa tit ein teldupost við brúkaranavni og loyniorði fyri hvørt barnið. Vit mæla eisini til at svarað verður saman við hvørjum barni sær.

23 spurningar er við undirspurningum í hesum økjum:

-          visjón og virðisgrundarlag

-          kunning

-          samskifti

-          menning

-          innihald

-          trivnaður

-          happing

-          skúlaumhvørvi

-          skúlastýri

-          heimasíða

 Flestu spurningar hava stiga frá 1 til 10, har 1 altíð er tað lægsta, minsta, ringasta v.m.

og 10 altíð er tað hægsta, størsta, besta v.m.

 

Kanningin er frá 9. juni til og við mánadagin 26. juni (freistin er longd 1 viku, tí upprunaliga endaði hon 19. juni) 2017 á midnátt.

 

Við vón um góða undirtøku.

 

Vinarliga

Marjun Holm

Kunningarskrivið í pdf-formi - trýst her.