Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

24/05/2017

Síðsti skúladagur hjá 9. flokkunum

í dag var síðsti skúladagur hjá 9. flokkunum. Nú eru bert munnligu royndirnar eftir, sum vera í juni mánað. Tey skulu royna seg í føroyskum, donskum, enskum og lívfrøði. Eftir hetta skiljast teirra vegir og nýggjar avbjóðingar standa fyri framman.

Frá morgunstundini av, stóðu 9. floksnæmingar fyri okkum við høvðusdyrnar, tí hvør taska og hvør lummi skuldi kannast fyri vatnballónir. Okkurt varð funnið og beint burtur. Eingin annar næmingur slapp at hava nakað at svara aftur við, tá vatnkríggið fór at vera seinni um dagin.

Morgunsangurin var annarleiðis. Løgin nokk, so vildu næmingarnir í 9. flokki skipa fyri morgunfimleiki - løgið, hugsi eg, tá man hevur gingið í skúla í 9 ár og so koma við hesum góða hugskotið síðsta skúladag. 

Morgunmatur var til lærarar og eftir tað stóð undirhaldið sína roynd í Miðrók. Har varð skipað í deildir, so næmingar úr øllum deildum sluppu at royna seg. Seinast og ikki minst, so vóru nakrir lærarar eisini tiknir upp at kappast. 

Sum siður er, so varð handa blomstur til lærarar, sum hava havt og hava flokkarnar í hesum ymisku fakunum - ein sera góð siðvenja, sum vit lærarar eru sera glaðir fyri. Gamaní, vit fáa jú rósir og takk fyri tað.

Síðani var stóra vatnkríggi á parkeringsplássinum og mær er fortalt, at menn frá TG Verk lupu uppí leikin at hjálpa yngru næmingunum, so teir spulaðu eldru næmingarnar renn vátar. 

Til endans var stóri fótbóltdysturin millum lærarar og 9. floksnæmingar. 5. árið á rað stóðu lærararnir sum vinnarar, tí tá dystur varð lokin, var støðan 9-6 til lærararnar. 

Skúlin vil takka 9. floksnæmingunum fyri fyrimyndarligt og stuttligt endahald og ynskja tykkum tí bestu eydnu við royndunum!