Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/05/2017

Íslendski forsetin á vitjan

Tjóðardag Noregs, 17. mai, fingu vit í Skúlanum vitjan av íslendska forsetanum Guðni Th. Jóhannesson við fylgi.


Fyrst var farið í Miðrók, har Marjun greiddi frá um skúlan og 6. flokkur kvøddi Burtur á heiði.

Síðani gekk leiðin niðan í 2. flokk, sum sang tveir sangir fyri forsetanum - ein føroyskan og ein íslendskan.

Tórur Paulason handaði forsetanum ein fløskupost, sum íslendskir vísindamenn sleptu út í 2016.

Guðni lovaði Tóri at taka fløskupostin við aftur til íslands.


Síðani var farið oman í Miðdeild, har 6. flokkur enn einaferð framførdi. Hesaferð var tað BrainBreak innslag, sum verður nýtt í samband við Cooperative Learing.


Til seinast slapp forestin út á Svalan at njóta útsýnið.

Tó so, til allar seinast varð steðgað við fótbóltsvøllin, har forskúlin júst hevði fríkorter.

Guðni gjørdi ikki mætari, enn at sjálvur leypa inná vøllin at standa í mál.

Takk fyri vitjanina, Guðni!

 

Myndir frá Forsetavitjanini