Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/05/2017

Vælkomin á Várframsýning 10. mai

Skúlin á Argjahamri vil við hesum bjóða til árligu várframsýningina.

Framsýningin verður mikudagin 10.mai frá kl 16.00 til kl 20.00. Leikurin Gullhár byrjar kl 18.00. Kl. 18.30 verður tónleikur.

Við á framsýningini vera lærugreinarnar handarbeið, køk, evning, smíð, náttúra og tónleikur. Tað eru næmingar úr flest øllum flokkum, sum vísa fram.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!