Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/04/2017

Leys størv at søkja

Hesi størv eru leys at søkja í Skúlanum á Argjahamri


Lærarar skúlaárið 2017/2018
• 1 lærara í fast starv
• 4 lærarar í tíðaravmarkað starv

Hesi fýra størvini eru vegna lækkað tímatal, serligan tørv, forskúla og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1.sept.2017.

Námsfrøðingar skúlaárið 2017/2018.
• 1 starv at seta við setanarbrotinum 0,625 ella 25 t/v í miðdeild
• 1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 ella 22 t/v í mið- og grunddeild

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum sum
• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
• vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskapin

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum:
1. undirvísngarpartur
forskúli, føroyskt og ítrótt/svimjing
2. undirvísingarpartur
tónleik og støddfrøði
3. undirvísingarpartur
enskt, danskt, støddfrøði, alisfrøði og lívfrøði



Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.


Umsóknir
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. mai 2017 kl. 15.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466 ella
Símun Abrahamsen, varaskúlastjóra á tlf. 302510 og 221100
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: sah@torshavn.fo

Skúlin á Argjahamri er 6-ára gamal skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.
Í skúlanum eru uml. 45 starvsfólk og ganga 370 næmingar í skúlanum.
Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.
Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.
Sí. www.sah.fo