Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

23/03/2017

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 29.mars 2017 kl 19.00 í Miðrók í skúlanum á Argjahamri.


Á fundinum fer Allan Mortensen, formaður í skúlastýrinum at greiða frá virkseminum seinasta árið, síðan fer Gitte Klein at at tosa um: Robust børn trívast betur!

Eitt barn, ið er robust, er ikki  so útsett fyri tunglyndi, strongd og ótta. - Hetta eru fyribrigdi, ið ofta eru at síggja millum børn og ung nú á døgum.

Í fyrilestrinum kunnar Gitte um nýggjastu vitanina á hesum øki, og tú fært eisini at vita, hvat tú kanst gera at menna barn títt, tá talan er um ábyrgd, lívsdirvi, sjálvsálit og sjálvsvirði. - Alt eginleikar, ið eru alneyðugir hjá børnum og ungum, at møta avbjóðingum og mótburði í øllum lívsins viðurskiftum!

Gitte Klein er útbúgvin lærari og hevur eina Masterí Positivari sálarfrøði.

Í løtuni lesur hon sálarfrøði við Lærda Háskúlan í Århus. 

Les ársfrágreiðingina frá Skúlastýrinum her:

Ársfrágreiðing 2016.pdf