Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/03/2017

Pallborðsfundur um ungdómstilboð á Argjum

Pallborðsfundur um ungdómstilboð á Argjum

Mánadagin 20. mars kl 19 verður pallborðsfundur á Miðrók í Skúlanum á Argjahamri, um staðseting av og innihald í nýggjum ungdómstilboði á Argjum.

Tórshavnar kommunu fekk í fjør áheitan um at seta á stovn eitt ungdómstilboð á Argjum, sum minti um hini tilboðini í kommununi.

Tey eru Klubb 188 í Hoyvík, Flatnakrókur í Kaldbak, Úthangið í Kollafirði, Ungdómscafein í Norðasta Horni, Látrið í Nólsoy og Margarinfabrikkin.

Víst varð á, at argjabørn ikki hava nakað stað, har tey kunnu vera um kvøldarnar, men hittast uttanfyri gamla posthúsið og uttanfyri Effo.

Samstundis vaksa Argir sera skjótt og tað hevur stóran týdning fyri felagsskapin, at tey ungu gerast ein samansjóðað eind, eisini uttanfyri skúlatíð.

Nú er so avgjørt at hava ein pallborðsfund um ungdómstilboðið á Argjum. Endamálið er staðseting av og innihald í einum tílíkum tilboði.

Pallborðið verður mannað við umboðum fyri býráðið, barna- og ungdómsdeildina og øðrum. Nærri verður kunngjørt um hetta seinni.