Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/03/2017

Pangea - støddfrøðiskappingin

Pangea - støddfrøðiskapping

Pangea er ein støddfrøðiskapping, sum er í fleiri londum. Í fjør var fyrstu ferð, at hetta varð roynt í Føroyum, tá gott 400 næmingar í floksstignum 3. til 9. flokk luttóku. Í ár er talið komið uppá 650 næmingar.  3. flokkur, 4. flokkur og 6. flokkur á Skúlanum á Argjahamri eru tilmeldaðir.

Kappingin er skipað soleðis, at fríggjadagin 10. mars og mánadagin 13. mars verður 1. umfar. Tá fáa næmingarnir eina roynd, har 15 spurningar eru á. Teir fáa 60 min til at loysa uppgávuna. Royndin verður latin inn til Pangea Føroyar dómsnevndina, sum síðani rættar uppgávurnar.

Um nakar næmingur klárar seg so mikið væl, at hann kemur í toppin millum allar næmingar í sínum floksstigi í Føroyum, so sleppur hann víðari til 2. umfar, sum verður hildið seinni í vár í Eysturskúlanum. Verður hann aftur í toppinum tá, kemur hann í finaluna um at gerast besti støddfrøðisnæmingar í sínum árgangi í Føroyum.

Lesið meira her: http://pangea-dysten.dk/

Í fjør komu tveir næmingar á SAH, sum tá gingu í 3. flokki heilt í finaluna, sum tá var fyri alt Kongaríkið.