Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/03/2017

Barna og Ungdómsdeildin ger kanning í 4.-9. flokk

Í samband við pallborðsfund 20-03-2017 um staðseting av og innihald ungdómstilboðið á Argjum fer Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu at gera eina digitala spurnakanning til børn og ung frá 4. til 9. flokki. Tey kunnu ónavngivin svara 7 spurningum um, hvat tey kundi ynskt sær í mun til eitt ungdómstilboð.

Endamálið við kanningini er, at børn og ung, ið brúka tilboðið verða hoyrd í mun til staðseting av og innihald í einum ungdómstilboðið.

Ætlanin er at leggja úrslitið fram á pallborðsfundinum, treytað av um kanningin er umboðandi.
Kanningin fer fram mánadagin 13.mars í 4- 8 flokk og mikudagin 15.mars í 9.flokk.