Skúlaárið 2020/21

Rennidagur hjá Grunddeildini

Mánadagin, týsdagin og mikudagin, 14-16/9, runnu næmingar í Grunddeild skúlarenning.
Vegna Korona og stórt byggivirksemi á Argjum, valdu vit at hava rennidagin annarleiðis í ár. Ítróttarbólkurin hevur gjørt ymsar teinar, sum flokkarnir kundu renna. t.d. var ein teinur runt um skúlan, ein var at renna uppi á Klingurstjørn 2, ein var at renna niðan á AB-vøllin og ein fjórði var at renna runt Argir.
Tiltakið var væleydnað!