Skúlaárið 2018/19

Endurnýtsla: Disko suppa til 380 børn

Í køkinum angar gott. Næmingar frá 7. – 9. flokki gera diskosuppu og hava tað sera hugnaligt, men tey hava nógv at gera. Køksholdið skal í dag gera suppu til 380 børn, tí allir næmingarnir skulu fáa smak av suppuni. Disko suppa hevur ikki eina ávísa uppskrift, tí tað er ein avlopssuppa, ið er gjørd av mati, sum annars vildi verið koyrdur í skrell. Í dagsins disko suppu er m.a. piparfruktir, leykur, gularøtur og tomatir. Í morgin fer køksholdið at gera supputerningar og møguliga baka ein kaku.

Skrivað hevur Bjørg Sigtórsdóttir, miðlatoymið