Skúlaárið 2017/18

Upp á gólv trettanda

Hóast tað er fríggjadagur 5. januar, so dansaðu allir næmingar føroyskan dans í dag. Hetta er í samband við at trettandi er í morgin. 

Trettandi ella trettandadagur er heiti fyri dagin 6. januar - 13. dagin eftir jóladag (jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað trettandabygd.