Kristni

Kristni í 7.a

Lærari er Jútta Reynslág. 
Í kristni eru tveir undirvísingartímar um vikuna í sama blokki. Lærugreinin leggur upp til nógv prát og kjak. Eisini fara vit at arbeiða við skrivligum uppgávum av ymsum slag og gera kanningararbeiði!

Trúgv versus vísind

 Tosið um:

 ·     Hvat skilir trúgv og vísind frá hvør øðrum?

 ·      Hvønn týdning hevur tað fyri eitt samfelag at hava ein átrúna?

 ·      Hvussu verður sæð uppá fólk, ið hava serlig evni at grøða/hjálpa?

·      Í gomlum døgum heilt aftur í Jesu tíð?

·      Í miðøldini?

·      Í okkara tíð?

 ·      Ávirkar tað átrúnaðin, at náttúran er í støðugari broyting? Hvussu?

 ·     Ber til at trúgva á ein gud/fleiri gudar og á vísindina? Hvussu kunnu tey sameinast?