Næmingar
Kristni

KRISTNI 8.b

___________________________________________________________________________________

Einglar

Vel millum uppgávu 1 ella 2. Tit kunnu práta saman um uppgávuna, men skriva einsæris.

Uppg. 1

Síða 144 – 145 (Kærkomin hjálp, Ljós lýsti í myrkri, Múrurin)

  • Vel eina av søgunum og gev eina lýsing av hendingini í søguni.
  • Hvat fáa søgurnar teg at hugsa um?
  • Greið frá tínari persónligu meining um/uppliving av evninum (hevur tú, ella onkur tú kennur, upplivað nakað líknandi)


Uppg. 2

Síða 142 (Málningur eftir Beintu av Reyni)

  • Lýs myndina á s. 142 (hvat er á myndini: persónar, stað, lutir, umhvørvi, litir, ljós, rørsla, osfr)
  • Hvat fær myndin teg at hugsa um? / Hvør søga heldur tú liggur í myndini? Hvønn boðskap heldur tú, at myndin hevur?
  • Greið frá eini persónligari uppliving, sum kann samanberast við myndina

 Latast inn mánadagin 10. desembur