Næmingar
Tíðindi

Hey foreldur í 8.a!

Mikukvøldid 4. okt. kl. 19:00 verdur foreldrafundur í Hádeild.

 

Jógvan Frídrikson byrjar vid einum fyrilesturi í Midrók, id kallast: Løtur vid trivnadi.

Eftir tad verdur kaffi.

Sídan fara vit inn í 8.a at siga hey, velja foreldraumbod, fáa ymiskar upplýsingar. o.a. (Tad verdur trekt lut ímillum tey foreldrini, id ikki eru møtt, um hvør skal verda næsta foreldraumbod)

Nei, tvætl! ;) men møtid fjølment!

 

Vh.

Toymid

 

Miðdepil Føroya og Geocache!

7.a hevur verið útferð frá Mannafelsdali til Kaldbaks í dag, 21. juni 2017.

Á ferðini ætlaðu tey at finna "Miðdepil Føroya", og tey so gjørdu, men tey funnu eisini nakað annað, ið var heldur óvæntað. Tey funnu ein veruligan dýrgrip.
Dýrgripurin er ein partur av einum heimsumfatandi spæli, ið eitur "Geocache", ið kundi mint eitt sindur um PokemonGo.
Tit kunnu lesa meir um Geacache á myndini og á www.garmin.com/dk/geocaching

Ein sera góður og hendingaríkur dagur!

Skúlin á Argjahamri                                                                     Trivnaðar- og nøgdsemiskanning

 

Argir, 7. juni 2017  

 

Góðu foreldur!

 

Í samband við endurskoðan av trivnaðarætlan skúlans, hava vit sett okkum fyri at gera eina trivnaðarkanning á skúlanum skúlaárið 2016/2017.

Vit ynskja at fáa innlit í, hvussu støðan er á okkara skúla, fyri at kunna seta út í kortið ætlanir fyri komandi árini.

Vit hava biðið Gallup Føroyar gera kanningina, hvørs endamál at finna út av hvussu trivnaðurin er í skúlanum, og hvussu nøgdsemið er við skúlan.

Teldupostur verður sendur frá Gallup Føroyum fríggjadagin 9. juni við leinkju, brúkaranavni og loyniorði til at innrita seg í eina skipan, har spurningarnir eru.

Vit fara at heita á tykkum foreldur, um at svara kanningini saman við barni tykkara, soleiðis at úrslitini verða so eftirfarandi, sum gjørligt. Hetta tekur bert fáar minuttir.

Um tit foreldur hava fleiri børn í skúlanum á Argjahamri, fáa tit ein teldupost við brúkaranavni og loyniorði fyri hvørt barnið. Vit mæla eisini til at svarað verður saman við hvørjum barni sær.

23 spurningar er við undirspurningum í hesum økjum: - visjón og virðisgrundarlag - kunning - samskifti - menning - innihald - trivnaður - happing - skúlaumhvørvi - skúlastýri - heimasíða 

Flestu spurningar hava stiga frá 1 til 10, har 1 altíð er tað lægsta, minsta, ringasta v.m.  og 10 altíð er tað hægsta, størsta, besta v.m.  

Kanningin er frá 9. juni til og við mánadagin 19. juni 2017 á midnátt.  

Við vón um góða undirtøku. 

 

Vinarliga  

 

Skúlin á Argjahamri, Marjun Holm

Góðu foreldur!

 

Nú fara vit aftur at hava viðtalur í 7.a.

Hesa ferð hava tit møguleika at siga frá, um tit hava hug at koma til viðtalu :)


Halda vit, at vit hava brúk fyri at tosa við tykkum, so skulu vit nokk siga tykkum frá :)

Viðtalurnar verða týsdagin 16.05.2017 frá kl. 13:40.

Kunnu tit siga frá áðrenn fríggjadagin 05.05.2017 um tit hava brúk fyri einum práti við okkum?

Siga tit ikki frá, so verða tit ikki skrivað á listan.

Bl.h.

AD, LN og TH

Felags foreldrafundurin


Felags forelsdrafundur verður mikukvøldið 29.mars 2017 kl 19.00 í Miðrók í skúlanum á Argjahamri.

Á fundinum fer Allan Mortensen, formaður í skúlastýrinum, at greiða frá virkseminum seinasta árið. Síðan fer Gitte Klein at at tosa um "Robust børn trívast betur!"
Eitt barn, ið er robust, er ikki so útsett fyri tunglyndi, strongd og ótta. - Hetta eru fyribrigdi, ið ofta eru at síggja millum børn og ung nú á døgum.
Í fyrilestrinum kunnar Gitte um nýggjastu vitanina á hesum øki, og tú fært eisini at vita, hvat tú kanst gera at menna barn títt, tá ið talan er um ábyrgd, lívsdirvi, sjálvsálit og sjálvsvirði. - Alt eginleikar, ið eru alneyðugir hjá børnum og ungum, at møta avbjóðingum og mótburði í øllum lívsins viðurskiftum!


Gitte Klein er útbúgvin lærari og hevur eina master í positivari sálarfrøði.
Í løtuni lesur hon sálarfrøði við Lærda Háskúlan íÅrhus.

Myndatøka!

Mikudagin 29.03. verður myndatøka í skúlanum.

Tey, sum bert skulu hava floksmynd á 50 kr, stilla seg ikki upp til einstaklingamyndir.

Tey sum skulu hava floksmynd og einstakligamyndir, gjalda 250 kr.


Gjaldast skal á 6460-2201536 og kvittanin skal við, tá ið myndirnar verða avheintaðar á skrivstovuni.

Skrá fyri leygardagin

 

STEINATÚN kl. 08

24 tímar við Buster Keaton

 

BÝARBÓKASAVNIÐ kl. 12-16

Chaplin-filmar

 

TRAPPAN kl. 19.00
Skuld ; leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
Tunnan; leikstjórar: Jónfinn Stenberg & Jóannes Lamhauge
The Great Dictator; leikstjóri : Charlie Chaplin

 

OSTAHÚSIÐ kl. 22.00
Trainspotting


....

Leygardagin verður biografstemningur í miðbýnum í Havn.

HVONN eru klár við ymiskum leskidrykkjum, sum geva hita, og onkrum til matna.

UNGDÓMSVEITSLA
Hitmen og DJ Flower spæla á  Reinsarínum. Tiltakið er partur av SSP-døgunum til allar 7. flokkar. Konsertin er frá 19.30 til 24.00 og er ókeypis.

Ókeypis atgongd til allar sýningar. Poppcorn verður at fáa.

 

TÓFF

SPURDÓMUR TIL VERKÆTLANARARBEIÐI


Tá ið tit arbeiða við verkætlan í skúlanum, skal ein spurdómur gerast,
soleiðis at tú veitst, hvussu tú skalt bera teg at.


At velja og at nærkast evninum
Tá ið tú hevur gjørt av, hvat tú ætlar tær at arbeiða við, snýr tað seg um at avmarka teg, so tú
kanst fara í dýpdina ístaðin fyri bara at lýsa evnið breitt.


Hvussu gert tú tað á bestan hátt? Eitt boð er at seta sær sjálvum hv- spurningar. Setir tú
spurningarnar, hvussu og hvat, fært tú sum oftast svar, ið lýsa eitt evni. Spyrt tú hví, so krevur
svarið djúphugsni. Svarið leggur upp til at kanna orsøkir og samanhangir.


Tá ið tú hevur gjørt av, hvat tú kundi hugsað tær at arbeitt við, skalt tú gera ein spurdóm. Ein
spurdómur er ein breiður spurningur ella ein yvirskrift, sum tú aftur setur eina rúgvu av
arbeiðsspurningum til. Soleiðis gerst spurdómurin ein góð hjálp. Tískil er spurdómurin ógvuliga
týdningarmikil fyri, hvussu góð verkætlanin verður.


Byrjanin til ein góðan spurdóm er at seta sær sjálvum ella bólkinum hesar spurningar:


• Hvat vil eg kanna?
• Hvussu vil eg gera tað?
• Hví vil eg gera tað?
• Hvat vil eg vísa á, prógva ella mótprógva


Hvussu gera vit ein spurdóm?
Tú skriva ein spurdóm við at seta tær sjálvum spurningar um evnið, og sum tú við at kanna og
savna saman vitan, gerst førur fyri at svara.


Arbeiðsspurningarnir til spurdómin eru opnir spurningar, sum saman eru tann reyði tráðurin í
verkætlanaruppgávuni. Tú spyrt teg sjálvan hv-spurningar og tekur støði í tíni undran, einum
tanka, einum sjónarmiði, einum pástandi, eini tvístøðu ella onkrum, ið tú vilt vita meiri um.
Ein spurdómur skal vera ítøkiligur og neyvur. Tað snýr seg um at smalka “tað stóra evnið”, so
svarið til arbeiðsspurningarnar verður so neyvt sum gjørligt.


Spurdómurin er týdningarmesta grundarlagið undir verkætlanini, tí hann hann setir teir
spurningarnar, ið lærarin og tey, ið skulu meta um verkætlanina, vænta at tú fert at geva teimum
svar uppá. Spurdómurin minnir teg eisini alla tíðina á, hvat endamálið er við verkætlanini hjá tær.
Spurdómurin er amboðið hjá tær og hjálpir tær at halda fast í tí, tú skalt gera.


Tá ið verkætlanararbeiði er liðug, eigur tú at kunna koma við eini niðurstøðu - út frá spurdóminum.
Spyr teg sjálvan hesar spurningar fyri at tryggja tær, um spurdómurin hjá tær er nóg neyvur:


• Tekur spurdómurin støði í einum trupulleika, ið hevur týdning fyri samfelagið?
• Skalt tú kanna nakað fyri at svara spurdóminum?
• Leggur hann upp til, at tú bæði skalt taka egnar meiningar, metanir og loysnir og meiningar,
metanir og loysnir hjá øðrum við, fyri at lýsa svarið?


Kanst tú svara hesum spurningum játtandi, týðir alt uppá, at tú hevur ein góðan spurdóm. 

Tíðin nærkast, at næmingar í 7. flokki skulu í 8. flokk og í tí sambandi kunnu næmingar velja í mesta lagi 9 tímar út yvir ta vanligu tímatalvuna í 8. flokki.

Foreldur og næmingar verða tí boðin til kunnandi fund um komandi skúlaár. Ætlanin er at greiða frá valblaðnum og svara hugsandi spurningum. Høvi verður eisini at hitta lestrarvegleiðara, flokslærara og stjóra. Valblaðið skal verða okkum í hendi aftur fríggjadagin 10. februar.

Fundurin er mikukvøldið 8. februar  frá kl 19. 00  í Miðrók í skúlanum á Argjahamri.

Foreldraviðtalur

 

Týsdagin 25. oktober og hósdagin 27. oktober fara vit at hava foreldraviðtalur.

Foreldraviðtalurnar verða hildnar inni í flokshølinum hjá 7.a.

Tað er av stórum týdningi, at øll møta upp til tíðina. Um ikki ber til at koma til ásettu tíðina, kunnu tit býta um við onkran annan, men minnist til at siga okkum frá. (Chanett tlf. 259897)

 

 

 

 

Týsdagur 25. oktober

14:00   Kezia

14:20   Tórur

14:40   Rúna Maria

15:00   Sunnrið

15:20   Helgi

15:40   Jón

16:00   Steðgur

16:10   Filip

16:30   Gordon

16:50   Eyðolvur

17:10   Ronja

17:30   Anna

 

 Hósdagur 27. oktober

14:00   Jákup

14:20   Markus

14:40   Rannvá Lovisa

15:00   Eli

15:20   Steingrím

15:40   Oskar

16:00   Steðgur

16:10   Emma

16:30   Kristin

16:50   Ester

17:10   Marita

 

Vh.

Toymið

Fartelefonir í skúlatíð!

Frá mánadegnum 19. september og fram til jóla, fara vit í hádeild at royna nakað nýtt.

Vit fara nevniliga at leggja fartelefonirnar burtur í skúlatíð.

Fartelefonirnar fara at liggja í telduskápinum í flokkinum, og skulu tær leggjast inn har í 1. tíma og verða tær ikki tøkar aftur fyrr enn eftir síðsta tíma.

Um fartelefonirnar skulu brúkast sum amboð í undirvísingini, verða tær tiknar fram.

Hetta verður spennandi!

 

Til heimini í hádeild!

 

Vit fara at heita á tykkum um at hjálpa okkum í okkara tilgongd við Vitanetinum.

Vitanet er ein læru- og skúlafyrisitingarskipan, sum kann geva kunnleika um uppmøting, heimaarbeiði, talmet og tímatal.

Skúlin hevur ikki havt eina elektroniska skrásetingarskipa, tí fegnast vit um at kommunan bjóðar okkum henda møguleikan, so at foreldur hava høvi til at kunna seg um t.d uppmøting.

Tit sum eru næmingar og foreldur í hádeild eru annar bólkurin á skúlanum, sum eru komin við á hesa skipan, so væntandi koyrir hon enn smidligari.

Á okkara heimasíðu logga tit tykkum inn á Vitanetið

Logg inn er:

Fyrsti bókstavur í fornavnið + fyrsti bóksatvur í eftirnavnið + DD.MM.AA.

Ella forbókstavir og føðingardag.

Loyniorð

Foreldur123

Tá tit logga inn broyta tit loyniorð, sum nú er tykkara persónliga.

Heitt verður á tykkum um at boða frá á skrivstovuni, um okkurt er so tað ikki ber til at logga inn.

 

 

Argir 26.august 2016

 

Vinarliga

 

Marjun Holm, skúlastóri

Konfirmatiónir

  

Næmingar, sum skulu konfirmerast várið 2017 í Vesturkirkjuni, Argja kirkju og Kirkjubøar kirkju, verða bidnir at møta í Vesturkirkjuni týsdagin 30. august kl. 08.00.

 

Havið dóps- ella navnabræv við!!!

 

Markið millum eystaru og vestaru sókn er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur.

 

 Vinarliga,

 Prestarnir,

Derhard Jógvansson og

Bergur Debes Joensen

Felags foreldrafundur

 

Hósdagin 25. august kl 20:00 verður felags foreldrafundur.

 

Vit hittast í nýggju floksstovuni hjá 7.a.

 

Vit gleða okkum til at heilsa uppá tykkum.

 

Vh.

 

Toymið

Vælkomin í hádeild!

Vit gleða okkum til eitt spennandi og mennandi ár saman við tykkum.

Lovisa, Chanett og Trúgvi

Kunning frá Leiðslu um Vitanet

Landsroyndin 2016 4. flokkur 6. flokkur

Landsroyndin 2016   4. flokkur 6. flokkur  
2. mai 2016 Føroyskt
08:15 – 09:00 Lesifatan
09:00 – 09:30 Steðgur
09:30 – 10:15 Staviførleiki
11:00 – 12:00 Náttúra og tøkni  
3. mai 2016 08:15 – 09:00 Støddfrøði
09:30 – 10:15 Náttúra og tøkni
11:00 – 12:00 Støddfrøði  
4. mai 2016   Føroyskt
08:15 – 09:00 Lesifatan
09:00 – 09:30 Steðgur
09:30 – 10:00 Málførleiki
10:00 – 10:30 Steðgur
10:30 – 11:15 Staviførleiki
 

Gallakvøld 6A

Gallakvøld hósdagin 28. Apríl kl. 18 -21.30

 

Kristni

Ongar fílur
https://www.youtube.com/watch?v=EWYuIe8ftHA (Kopiera leinkina til browsara)